Fangakórið syngur í Føroyum

Danska fangakórið við fangum úr ríkisfongslinum í Vridsløselille fer komandi dagarnar at framføra ymsastaðni í Føroyum.

Fangarnir lenda í Vágum í dag (hósdagin 13. aug.) og vera í Føroyum til mikudagin 19. aug. Arbeiðið í Blákrossheiminum er í summarferiu í løtuni, so fangarnir búgva har, tíðina teir eru í Føroyum. Síðstu náttina sova tey tó umborð á Smyrli eftir konsertina í Vági.

 

Um kórið

Fangakórið byrjaði í 2004 og syngur regluliga í fongsulskirkjuni sunnudagar, men hevur við serligum loyvi frá Stýrinum fyri Brotsmannaumsorgina (Direktoratet for Kriminalforsorgen) nú eisini sungið í meira enn 400 kirkjum, og fleiri enn 150 kirkjur eru á bíðilista.

Tað sjáldsama við kórinum eru ikki reinir og fagrir tónar, men heldur er tað innihaldið í sangunum hjá hesum langtíðarfangunum, sum syngja egnar sangir um vansorgan, sakn, kærleika, fyrigeving, vantandi kærleika og óttanum, fyri aftur at gerast frælsur, og um hvussu lívið kann vera, tá tað ikki heilt gekk eftir bókini.

Fangarnir hava smíðað tónleikin saman við kórleiðaranum og stovnaranum av kórinum, Louise Adrian, sum eisini er gift við einum fongsulspresti. Louise hevur fingið fleiri virðislønir fyri arbeið sítt.

 

Kórið hjálpir fangum

Kórið vísir seg at hava góða ávirkan. Ein fangi málber seg soleiðis: ”Einans hon (Louise Adrian) við hennara ídni við fangakórinum heldur mær frá at gera brotsverk, og tað hevur ikki eydnast Stýrinum fyri Brotsmannaumsorgina í átta ár. Eg stúri fyri tí degi, eg ikki veri við í fangakórinum meira”.

 

Yvirlit yvir konsertirnar
13.aug. kl.18.30: Arresthúsið í Tórshavn (fyri teimum fongslaðu)
14.aug. kl.19.30: Fríðrikskirkjan (Toftir)
15.aug. kl.15.00: Christianskirkjan (Klaksvík)
16.aug. kl.16.00: Hoyvíkar kirkja
17.aug. kl.19.00: Vestmanna kirkja
18.aug. kl.20.00: Vágs kirkja

 

Sí meira um fangakórið: Fangekoret.dk

Føroyskar keldur um evnið:
Kristin.fo
In.fo
Portal.fo

Vestmanna.fo
F
olkakirkjan.fo