Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Familjuskeið verður í november

Afturvendandi skeiðið, sum Blákrossheimið skipar fyri familjum og avvarandi hjá rúsevnisbundnum, verður aftur 19.-21. november.

Skeiðið varðar tvey kvøld og ein fyrrapart, og umfatar fyrilestrar, frásagnir og samtalur. Starvsfólk á Blákrossheiminum halda fyrilestrarnar. Meira um skeiðið kann lesast við at taka PDF-fíluna niður her.

Skeiðið kostar 700 krónur. Skeiðstilfar og matur er íroknað kostnaðin. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 16. november kl. 12. Ynskir tú, at tekna teg, trýst so her.

Tags: