Familjan má við í rúsviðgerð

Rúsviðgerðin gevur betri úrslit, um familjan er við

Norska Anne Schanche Selbekk, ph.d. innan evnið, skilir ikki, hví hetta hendir so sjálvdan, skrivar norska blaðið Rusfag.

– Tað kemur óvart á meg, at lopið er so stórt millum ástøði og gerð, sigur hon.

 

Í doktarakanningini í 2016 kannaði Anne, um hví tað man vera soleiðis. Hon legði dent á hesi trý punkt:

  • Rúsur hoyrir til heilsuøkið, og heilsa er fyrst og fremst eins egið
  • Sjúklingarættindi er knýtt at tí einstaka, familjan fellir stundum uttanfyri.
  • Tað lønar seg betur fyri heilsuviðgerarnar at hjálpa tí einstaka enn familjuni.

 

Blái Krossur Føroya bjóðar familjuskeið

Á skeiðingum verður arbeitt við broytingum og sjálvsfatan, hvussu vandastøður kunnu elva til, at gamlir vanar trína fram aftur, umframt at ljós verður varpað á hvussu sambond við onnur ávirka eins egna lív. Somuleiðis verður arbeitt við ætlan og virkni, ið stuðla undir møguligum broytingum.

Skeiðið er ætlað øllum avvarðandi.

 

Sí meira á Familjuskeið og Familjuviðgerð

 

 

 

 

Norska greinin er úr Rusfag Nr. 2 2016

Ph.D framløgan: Familien må med i rusbehandlingen