Faldarin “Tak væl ímóti”

FUR og ISF ein spennandi faldari, ið vit eru sera glað fyri at hava verið partur av. Faldarin er hugsaður sum eitt hjálparamboð hjá venjarum, skótaleiðarum og øðrum sjálvbodnum fólki at brúka, tá nýggj gerast virkin í felagsskapinum. Endamálið er at skapa trivna, og at tey, ið gerast virkin føla seg vælkomin. Hetta skal ikki síggjast sum ein kritikkur av tí arbeiðnum, ið verður gjørt, men meir eitt amboð man kann leita sær hjálp hjá um tørvur er á tí.

Soleiðis stóð skriva á Facebook síðuni hjá FUR:

“FUR og ÍSF hava saman við feløgunum sett fokus á trivnaðin við at gera faldaran “TAK VÆL ÍMÓTI”

Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, eisini í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Í faldaranum eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboði frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini er spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.

Tað eru tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun.
Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.

Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.”

Faldarin er eisini gjørdur í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, ið Blái Krossur Føroya eisini er samstarvsfelagi hjá.