Evropa drekkur mest í heiminum
Nú er eitt yvirlit komið, sum vísir hvussu stór alkoholnýtslan er í londunum kring heimin.
Kanningin vísir, at trettan tey fremstu londini eru evropeisk, og somuleiðis við londunum nummar 15-21. Hesi eru tíggju tey fremstu:
1. Hvítarusland
2. Litava
3. Kekkia
4. Kroatia
5. Eysturríki
6. Portugal
7. Frankaríki
8. Írland
9. Estland
10. Ungarn
Kortið lýsir árligu alkoholnýtsluna í miðal í litrum fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár. Jú myrkari liturin er, jú meiri rúsdrekka verður drukkið. Kanningin vísir eisini hvørji sløg av rúsdrekka eru best dámd í ymisku londunum. T.d. verður brennivín mest drukkið í Hvítaruslandi, øl í Kekkia og vín í Portugal.
Út frá kortinum kann takast til eftirtektar, at summi lond síggja ikki út til at vera við í kanningini.
Matt Stiles frá The daily Viz hevur gjørt yvirlitið av kanningini hjá Alheimsheilsufelagið (World Health Organization), sum var framd í árunum 2000-2016.
Les grein um evnið: iflscience.com
Síggj neyvu yvirlitini: thedailyviz.com