Endurnýtsluhandlarnir lata upp aftur!
Um síðir lata Blákross endurnýtslu handlarnir upp aftur.
Vegna Covid-19 kreppuna hava blákrosshandlarnir veri stongdar nú í næstan tveir mánaðir. Men nú tá smittan ikki hevur gjørt nógv um seg í Føroyum seinastu vikurnar, og landið varliga letur upp aftur, velja vit eisini, at opna endurnýtsluhandlarnar.
Her er eitt yvirlit yvir handlarnar og nær teir opna aftur:
Endurnýtslan í Miðvági er flutt til Gyljanesveg 40, Sandavágur, letur upp leygardagin 9. mai kl 10.
Blákrossbúðin og Endurnýtslan í Saltangará eru fluttar til Heiðaveg 23, Saltangará, lata upp leygardagin 9. mai kl 10
Blákrossbúðin í Miðvági (Jatnavegur 39), Letur upp aftur mánadagin kl 13.
Blákrossbúðin á Tvøroyri (Valarabrekkan 2), Letur upp aftur mánadagin kl 13.
Blákrossbúðin í Havn (N. Finsensgøta 20), Letur upp aftur mánadagin kl 13.