Endurnýtsla, einstakur stílur – Dina Jensdóttir Norðberg

At sveima inn í ein endurnýtslu handil er eitt av tí besta eg veit. Har finni eg alskyns litrík og óslitin klæði fyri ein góðan prís – men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Í byrjanini bleiv eg í ørviti av øllum, sum kundi hópast upp á hyllarnar og akslatrøðini í endurnýtsluni. Lukturin av elli steig upp í næsagluggarnar og fingrarnir kendust skitnir eftir, at eg hevði strokið eftir klæðunum. “Ja,” hugsaði eg fyri meg sjálva, “tað mesta hevði eg aldri farið í.”

Tað var ikki fyrr enn eg gjørdist ovfarin av klæðunum hjá tveimum vinkonum, at eg sá, hvat kundi finnast í endurnýtsluni. Tær nýttu litríkar blusur og settu tær saman við nýmótans buksum, beltum og oyralokkum. Teirra stílur var EINSTAKUR og ikki at finna í handlunum. Aldri hevði eg trúð, at ein kundi síggja út sum ein millión í endurnýtslu klæðum!

Tær greiddu frá, hvussu lítið alt kostaði, og tá tær vóru troyttar av klæðunum, bóru tær klæðini aftur, so onnur kundu fáa gleði av teimum. “Wauw!” hugsaði eg og fekk hug at royna aftur. Og vit so gjørdu.
Vinkonurnar sveimaðu runt í endurnýstluni, ímeðan eg leitaði varliga runt í handlinum og kagaði millum akslatrøðini. Á hvørjum akslatræði goymdi ein serstøk blusa seg. Ongastaðni í handlinum var nakað líka, og klæðini spurdu meg ikki um, hvørja stødd, ið eg brúkti. Nei, her bestemmaðu klæðini, ikki eg. Hetta var ein løgin kensla.

At enda hevði eg funnið trý klæði. Hesi ætlaði eg ikki at sleppa aftur, vitandi at hetta vóru tríggir einstaklingar. Eg fór heim og vaskaði hesi klæði. Lukturin fór úr, og eg havi brúkt tey líka síðan. M.a. kjólin á hesi myndini. Hann er ein av mínum yndis kjólum! Eg var í honum til fyrsta kaffimunn við Evald, og hann hevur bjóða mær kaffimunnar líka síðan. So eg haldi, at hesin kjólin hevur tænt mær væl.

Tað besta við, at keypa frá endurnýtsluni er at nýta síni skapandi evni og fáa klæðini at rigga. Eg kenni meg nógv meira skapandi og sparna nú, og – kanska eisini eitt sindur meira umhvørvisvinaliga

– Dina Jensdóttir Norðberg

 

Blái Krossur Føroya fegnast um slíkar upplivingar sum Dina deildi út á Facebook. Vit ynskir at vera við til at skapa tær ein einstakan stíl har hvørt klæði fortelur sína egnu søgu.

Dina er ein føroyskur “influensari”, sum deilir sína hugsjón og vitan um kristindóm og religión. Eisini deilur hon brot úr sínum persónliga lívið, har hon millum annað fyri stuttum legði eitt videobrot av síni vígslu út á Youtube.

Tú kanst síggja meira til Dinu her:

Vakurleiki.fo

Youtube.com/Vakurleiki.fo

Facebook/Vakurleiki.fo

Instagram/Vakurleiki.fo

Spotify/Vakurleiki.fo