EM 2016: Carlsberg og UEFA umgangast franska lóg
Undir EM í Fraklandi, sum er í hesum døgum, umgangast Carlsberg og UEFA tilvitað franska lóg og av tí sama síggja milliónir av børnum kring allan heim rúsdrekkalýsingar – nakað ið lógin annars verjir børnin fyri. Nú klaga NGO felagsskapir til fronsku stjórnina.
EM er eitt av populerastu ítróttartiltøkunum í heiminum, og í 2012 fylgdu 1,9 milliardir fólk við á teldu- og sjónvarpsskíggjum kring heimin.
Í Fraklandi er ein lóg, ið eitur ‘Loi Evin’. Hon bannar eitthvørt samband millum marknaðarføring av rúsdrekka og ítrótt eins væl og marknaðarføring av rúsdrekka og ung.
Hóast tað altso ikki er loyvt at sponsorera ella lýsa við rúsdrekka í sambandi við ítróttartiltøk í sjónvarpi í Fraklandi, so hevur kenda rúsdrekkamerkið Carlsberg óbeinleiðis lýst sera nógv undir EM í Fraklandi. Í dystunum, sum Ongland og Wales spældu í bólkaspælinum, sóust lýsingar frá Carlaberg hvørt 72 sekund.
Carlsberg og UEFA umgangast lógina við ikki beinleiðis at nevna navnið á fyritøkuni á lýsingarskeltinum, men í staðin hava teir eitt av teirra sokallaða slogan koyrandi, í lættkenniligum Carlsberg fonti og liti.
Carlsberg er tann fjórðstørsti øl-framleiðari í heiminum. Og tað er ikki smávegis pengar, ið Carlsberg hevur goldið sum sponsor í sambandi við EM 2016. Talan er um 40 milliónir evrur. Samstundis verður hildið, at Carlsberg brúkar aðrar 40 milliónir evrur at marknaðarføra seg við undir EM.
Børn og ung vera sera nógv ávirkað av hesum lýsingunum. Kanningar vísa, at tey samanbinda rúsdrekka og ítrótt, og tað ger, at fleiri av teimum sjálvi fara at nýta rúsdrekka. Tær negativu avleiðingarnar eru sera nógvar og ógvusligar. Tí er tað m.a. fyri at verja børn og ung, at tað eru avmarkingar, tá ið talan er um marknaðarføring av rúsdrekka.
Á sosialu miðlunum eru lýsingarnar frá Carlsberg og øðrum rúsdrekkamerkjum nógv meiri ágangandi.
Nú hava NGO-felagsskapir klagað Carlsberg og UEFA til fronsku stjórnina. NGO felagsskapirnir vísa á, at rúsdrekkaídnaðurin má standa til svars fyri øllum avleiðingunum, sum rúsdrekka førir við sær millum børn og ung. Teir
mæla eisini til, at meir verður gjørt fyri at verja børn og ung fyri marknaðarføring av rúsdrekka.
Lesið meira her.