Einki alkohol áðrenn børnini eru 18

Hevur tú eina avtalu við børnini um teirra alkoholvanar? hevur tú eisini givið grønt ljós fyri, at tey yvirhøvur sleppa at drekka? Eiga foreldur at gera avtalu við børnini um alkoholnýtslu?

Soleiðis skrivar kvf.fo:

Ein kanning, sum júst er almannakunngjørd í Danmark, vísir, at bara ein triðingur av foreldrum at ungum í aldrinum 16 til 20 ár hevur eina greiða avtalu við børnini um alkohol og veitslur.

– Sum útgangsstøði eru vit í SSP av tí fatan, at vit skulu halda okkum til reglurnar, sum siga, at mann drekkur ikki, fyrr enn mann er 18 ár, sigur Óli Rubeksen frá SSP. Í SSP ferðast tey runt á teir ymisku skúlarnar í landinum og fortelja millum annað um ung og alkohol.

– Vit halda ikki, at mann sum foreldur skal hava nakra avtalu við barnið um alkohol, tí er ein avtala, er tað tað sama sum at siga, at mann góðtekur at barnið drekkur, sigur Óli Rubeksen.

 

Í morgunsendingini tosaðu Óli Rubeksen og Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, um tannáringar og alkoholnýtslu.

 

Hoyr samrøðuna her:

 

kvf.fo: Einki alkohol áðrenn børnini eru 18