Einans endurnýtsluklæðir í eina viku
Bjørg í Djónastovu er 23 ár gomul og er frá Syðrugøtu. Hon hevur sett sær fyri, at einans ganga í klæðum hon hevur fingið ella keypt í endurnýtslu í eina viku. Hendan avbjóðingin virkaði sera áhugaverd, og vit hava spurgt hana nakrar spurningar.
Keypir tú nógv endurnýtsluklæðir?
Ja, tað geri eg faktiskt. Mær dámar ordiliga væl at ganga og hyggja í endurnýtsluhandlum. Tað er blivið sum eitt slag av hobby, og avslapning fyri meg.
Nær byrjaði tú at keypa endurnýtsluklæðir?
Eg byrjaði spakuliga at keypa endurnýtsluklæðir fyri uml 5 árum síðani, men tað er ikki fyrrenn korona byrjaði, at eg ordiliga fór at tíma tað so væl, sum eg geri nú, og byrjaði at seta prís uppá tað, at man kann keypa í endurnýtslu, og byrjaði at síggja, hvussu stuttligt og serligt tað er, at finna allar goymdu gimsteinarnar, sum man bara kann finna í endurnýtslu.
Hvat gongur avbjóðingin út uppá?
Avbjóðingin gongur út uppá, at í eina viku bara ganga í klæðum, sum eru keypt í endurnýtslu.
Hví fert tú í holt við eina tílíka avbjóðing?
Eg gangi so gott sum hvønn dag í onkrum plaggi, sum er keypt í endurnýtslu – men saman við “nýggjum” klæðum. Eftir hondini er stórur partur av mínum klædnaskápið endurnýtslu-klæðir, og tey flestu av mínum yndis pløggum eru frá einum endurnýtsluhandli.
Eg hugsaði ein dagin, at tað hevði verið stuttligt at bjóðað mær sjálvari av, at roynt at bara sleppa at ganga í endurnýtslu-klæðum, og síggja, hvussu nógvir møguleikar tað eru, hvussu lekkur hesi klæðini eru, og hvussu kreativ eg kundi blíva við klæðunum.
Eg helt eisini, at tað kundi vera stuttligt hjá øðrum – sum kanska ikki føla, at tey hava góða eydnu í endurnýtsluhandlum, og sum kanska ikki halda, at man kann finna góð klæðir har – at síggja, hvussu nógv gott man faktiskt kann finna, um man bara gevur sær tíð til at leita.
So vóni eg, at tað kann uppmuntra onkran annan, at byrja at keypa endurnýtt, heldur enn at keypa “spildur-nýtt”.
Tað sum eg eisini haldi vera so gott við endurnýtslu handlum er, at pengarnir fara til eitt gott endamál, og klæðir, sum eru púrasta góð enn, fáa nýtt lív, og verða elskað umaftur. Tá eg so ikki kann ella tími at brúka plaggið meir, so kann eg lata tað aftur til handilin, og so fær onkur annar gleði av tí – antin her í Føroyum ella úti í heimi.
Hvar hevur tú keypt klæðini?
Tað mesta er frá Bláa krossi í Runavík og Reyða krossi í Stiðjagøtu Okkurt havi eg keypt á marknaðardøgunum sum vóru i Dansifrøði síðsta summar, og so okkurt hendinga plagg á rótikassanum, men tað er ikki nógv.. mær dámar betur at fara í endurnýtsluhandlar
[Best_Wordpress_Gallery id=”55″ gal_title=”Einans endurnýtsluklæðir í eina viku”]
Lært nakað av avbjóðingini higartil?
Eg veit ikki, um eg endiliga havi lært so nógv av avbjóðinginia endiliga … men í øllum førum, haldi eg at hetta er ein stuttlig avbjóðing, sum eg havi givið mær sjálvari. Tað er spennandi at vera avmarkað í, hvørji val eg havi at lata meg í, so tað blívur eitt sindur eitt spæl at finna klæðir fram til dagin eftir.
Men eg havi lært nakað, av at keypa í endurnýtslu.
Síðani eg byrjaði at keypa í endurnýtslu, eri eg blivin tryggari í mínum egna stíli, og eg tori betur, at lata meg í, tað sum eg sjálv havi hug til. Eisini havi eg lært meg, at prøva nýggj snið í pløggum, sum eg kanska ikki hevði havt roynt ella keypt í einum vanligum handli. Pløggini eru so bílig, so tað hevur gjørt, at eg onkuntíð havi keypt okkurt, sum hevur verið uttanfyri mína “comfort-zone”, men eg havi viljað roynt tað, og mín “stílur” hevur broytt seg við tí.
Eg havi eisini lært, at tað ikki er so farligt, at vera “modernað” akkurát nú, men at heldur ganga í tí, sum eg tími at ganga í.
Hví byrjaði tú at keypa endurnýtsluklæðir?
Eg byrjaði sum sagt “ordiliga” at keypa endurnýtsluklæðir undir korona. Eg eri uppvaksin við, at vit hava ferðast hvørt ár, og mín “rutina” hevur verið, at keypt klæðir uttanlanda, og so gott sum ongantíð í Føroyum. Tá var tað so nýggj klæðir.
Tá korona byrjaði, blivu allar ferðir avlýstar, og eg byrjaði at mangla klæðir, og mátti so fara at hyggja í Føroyum. Í byrjanini hugdi eg bara í vanligar handlar, men byrjaði so smátt at hyggja inn í Bláa Kross í Runavík og í Endurnýtsluhandilin í Stiðjagøtu, og eg fann alt møguligt.
Har frá bleiv eg bara glaðari og glaðari fyri at keypa í endurnýtslu, og tað er nú nakað sum eg taki eitt sindur sum eitt hobby og ein máti at slappa av – uttanfyri heimið.
Eg eri ikki ein sum dámar væl at vera í sosialum støðum, har sum man skal vera “on” sosialt og vera í millum nógv fólk, men alíkavæl dámar mær væl at gera okkurt, og at vera úti inn í millum.
So tá haldi eg, at tað at fara í endurnýtsluhandlar er so deiliga róligt, og eg kann stýra ferðini sjálv, men alíkavæl komið eg út um hurðini, og kanska man møtir onkrum, sum man kennir.
Tað sum eg elski við endurnýtslu er, at klæðini hava eina søgu. Eg elski at finna okkurt, sum heilt sikkurt er gamalt, og eitt merkið, sum virkar “vintage”. Tað er bara okkurt serligt við tí, at hugsa sær, at onkur hevur einaferð keypt hetta, og tá hevur tað kanska verið ordiliga flott, men nú er konan gomul, og brúkar hetta ikki longur. Men tað hevur verið elskað einaferð, og nú sleppi eg at geva tí nýtt lív og kærleika inntil tað fer víðari frá mær.
Sjálvandi er tað ikki altíð, at man finnur okkurt sum er so “idylliskt”, men hatta er tað sum er so serligt við endurnýtslu – tú upplivir ikki hetta í einum handli við spildurnýggjum klæðum.
Er tað lætt at finna klæðir tær dámar?
Eg haldi at tað er nokkso lætt hjá mær at finna klæðir, sum mær dámar. Men eg haldi at orsøkin til tað er, nemliga tí, at mín stílur hevur flutt seg í tráð við, at eg eri farin at keypa endurnýtsluklæðir.
Tá eg hugdi í endurnýtsluhandlar fyrr, (tá fyri uml 5 árum síðani), helt eg tað ikki vera serliga lætt, men tá fór eg eisini inn, og royndi at finna akkurát ein ávísan “móta”, sum eg sá í vanligum handlum og á netinum. Eg minnist eisini, at eg tordi bara at hyggja ígjøgnum tann partin av handlinum, sum var til gentur í mínum aldri … tað var ein stórur feilur .
Nú fari eg inn við opnum sinni, og taki tað róligt og leiti væl.
Fert tú at gera eina tílíka avbjóðing aftur?
Eg vænti at eg hevði tímað væl at gjørt eina avbjóðing aftur, og tað hevði verið stuttligt, um onnur eisini høvdu tímað at verið við.
Man er vælkomin at fylgja við á @sansasterk_list á Instagram – har leggi eg ymiskt út í samband við endurnýtslu, og eg goymi eisini alt frá avbjóðingini á hæddarpunktinum “secondhand”.
Góð ráð til onnur, ið umhugsa at keypa, og nakað tips tú hevur lært tá tú keypir endurnýtsluklæðir? Nær er best at fara ella hvat skal man hyggja eftir?
1. Fyrst og fremst: far.
Ikki vera bangin fyri at vitja handlarnar, og at vitja ymiskar handlar.
2. Tak ein vin ella vinkonu við.
3. Gev tær góða tíð.
Eg haldi ikki, at tað nyttar, at fara í endurnýtsluhandil í skundi, uttan so, at man kennir handilin og veit akkurát, hvat man leitar eftir og hvar man kanska kann finna tað.
4. Hygg ígjøgnum ALLAR partarnar av handlinum.
Tey sum arbeiða í endurnýtsluhandlunum gera eitt megnar arbeiði við at hanga klæðini í røttu sektiónina viðvíkjandi kyn, aldur, stødd, slag osv. Men onkuntíð endar okkurt í skeivari sektión, og faktiskt haldi eg, at tað ofta er í teimum sektiónunum, har man kanska ikki væntar at finna nakað, at man finnur tað, sum er mest serligt, og tað sum man blívur glaðast fyri.
5. Far javnan.
Um tú leitar eftir onkrum ávísum, so er eitt hugskot, at fara javnan. Tað koma allatíð nýggj klæðir til teir ymisku endurnýtsluhandlarnar, og handilsfólkini eru so røsk at dagføra handlarnar, so um tú ikki finnur tað, sum tú leitar eftir, ein dag, so kann tað væl vera, at tað er har í næstu viku.
Eitt sum eg havi lært meg er, at ikki vænta, at finna akkurát tað plaggið, sum eg havi í huganum, men at hyggja eftir øllum pløggunum, sum minna um tað, og royna tey fyri at síggja, um tað situr sum tað skal osv.
6. Tak alt sum tú hevur áhuga í.
Tað er eitt annað tip, sum eg kann geva: tak alt sum tú heldur, sær spennandi út, og royn tað. Mín strategi er, at hyggja ígjøgnum alt, og taka alt, sum eg haldi, kann vera okkurt, sum mær hevði dámt, ella kanska er tætt uppá okkurt ávíst, sum eg havi leitað eftir.
Tá eg antin havi fulla kurv, ella havi hugt ígjøgnum alt, fari eg í passirúmið, og royni klæðini. Tá finni eg so útav, hvat eg vil keypa, og hvat eg hangi aftur.
7. Ger listar.
Ofta skrivi eg mær ein lista yvir, hvat fyri slag av klæðum, eg kundi tonkt mær at leitað eftir.
T.d. brúnar leður buksur, boot-cut jeans, skjúrtur … osv.
Eg gera ofta tað, tí at eg haldi, at tað kann onkuntíð følast eitt sindur “nógv” at fara í ein endurnýtsluhandil, tí har er jú sooo nógv av øllum møguligum, og onki er líka.
So onkuntíð kann eg gott føla meg “yvirtiknað”, og havi ringt við at fáa yvirblikk, so eg endi við at bara taka alt møguligt, sum eg longu eigi næstan tað sama av í forvegin.
Tá føli eg, at tað er ein góð hjálp, at hava ein lista yvir, hvat eg nú leiti eftir, so er tað lættari at hugsa rationelt í støðuni, tá man stendur við eini t-shirt sum man dámar, men faktiskt longu eigur næstan tí somu heima.
8. Hit or miss.
Tað síðsta eg haldi, sum er týdningarmikið at minnast, tá man fer í endurnýtslu er, at man skal ikki fara inn við høgum forvæntningum.
Tú veist ongantíð, hvussu tað fer at ganga, tá tú fert í ein endurnýtsluhandil. Onkuntíð er man heldigur, og onkuntíð finnur man onki. Tað er tað, sum eg haldi er so stuttligt við endurnýtslu – tað blívur uppá ein máta eitt spæl – fyri meg í øllum førum
8+. Gev ikki upp.
Men ikki missa mótið, sjálvt um tú ikki finnur okkurt fyrstu ferð, fær bara aftur eina tíð seinni, og/ella far í ein annan endurnýtsluhandil. Har eru so nógvir ymiskir, og á heimasíðuni hjá Bláa Krossi sær man akkurát, hvar allir teirra endurnýtsluhandlar eru. Reyði Krossur og Dugni hava eisini endurnýtslur, sum eru ordiliga góðar.