EIN ”HEILT APPILSINFRÍAN”, TAKK!

Nú kanst tú bjóða sjafførinum ein leskiligan kokkteyl uttan alkohol, so tit kunnu koma heim í øllum góðum.

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva um tiltak, har vit koma við okkara uppskoti til ársins leskiliga summardrykk uttan alkohol.

Summar í Føroyum merkir stevnur og festivalar. Og hartil hoyra ofta øl, cider og vín. Men summi drekka ikki alkohol – og skalt tú koyra vinirnar heim, tá ið festivalurin ella veitslan er av, er týdningarmikið at hava leskilig alkoholfríalternativ.

Flestøll eru samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman, men framvegis henda álvarsom ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring.

Fyri at tað skal vera samanhangur millum hugburð og atburð, er týdningarmikið at taka ábyrgd og at siga frá, tá ið onkur ætlar at koyra við rúsdrekka í blóðinum. Og áðrenn veitsluna at avtala, hvør ið koyrir heimaftur. Syrgir tú fyri leskiligum alternativum til tey, ið koyra, ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur.

Gutti Winther hevur sniðgivið ársins leskiliga alkoholfría summardrykk, ið eitur Heilt appilsinfríur. Drykkurin er ein frísklig samanrenning av rabarbum, hvonn, stjørnuanis og ingifersodavatni. Og vit skulu heilsa og siga, at hann smakkar sera væl.

Ókeypis smakkiroynd

Leygardagin 29. juni ber til at royna leskiliga kokkteylin, tá ið Blái Krossur Føroya skeinkir øllum eina ókeypis smakkiroynd. Hetta fara vit at gera í Liv lívið-bingjuni hjá Bláa Krossi, ið fer at standa á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen niðri í Tórsgøtu í Havn. Smakkiroyndirnar kunnu roynast frá klokkan 17, til alt er uppi. Vónandi fara fleiri at taka av tilboðnum og royna drykkin. Og minnist til – ikki neyðugt at lata bilin standa.

Hevur tú hug at royna teg heima við hús? Her er uppskriftin – klár at prenta út. Skál!