Eg helt, at rúsevnini gjørdu meg til ein fullkomnan borgarstjóra
“Tað, sum eyðkennir ein misnýtara er, at viðkomandi framhaldandi søkir eftir tí kensluni hann upplivdi, tá hann var lukkuligur.” Við øðrum orðum, tá viðkomandi upplivdi sín fyrsta rús.
Sum 27 ára gamal gjørdist Thomas Banke leiðari hjá ‘Venstres Ungdom’ og borgarstjóri. Hann var tann yngsti borgarstjórin í danska kongaríkinum, samstundis sum hann var rúsevnismisnýtari.
Tað, ið byrjaði sum ein meinaleysur tanki, førdi til stóra misnýtslu. Hann tók tvær morfin tablettir fyri at fáa eyka orku til átøk, sum hann mátti vera partur av vegna hansara arbeiði. bert hálvt ár eftir fyrstu tablettirnar, nýtti hann eins nógv morfin sum ein terminalur( doyggjandi) sjúklingur. Hetta viðførdi eina ávirkan á hansara útsjónd, atburð og hugsanarhátt. Tá arbeiðsfelagar og familjan løgdu merki til, at hann broyttist, nýtti hann nógva orku at burturforklára orsøkina. Hann noktaði at ásanna, at hann hevði ein trupulleika. Henda fávitska hevði við sær avleiðingar, sum ávirkaðu hansara vinnu- og persónliga lív.
Les fullu greinina um hansara misbrúk her og hvussu hann slapp burtur úr tí.