Eg angri einki
“Eg skammist ikki av tí, sum eg havi gjørt, tí soleiðis var tann gamla, alkoholiseraða Linda”, sigur Linda Olsen við Kringvarp Føroya í sendingini Vegamótinum.
Í sendingini hesa ferð sigur 49 ára gamla Linda Olsen frá um sítt lívsins vegamót.
Linda Olsen hevur havt ein heldur turbulentan barndóm, og sum einans tólv ára gomul royndi hon alkohol fyri fyrstu ferð. Alkoholmisnýtslan byrjaði og kom at stýra øllum lívinum. Sjálvt ikki tá hon gjørdist við barn sum 24 ára gomul, vildi hon broyta lívsstíl.
Men eftir at hava livað í nógv nógv ár við alkoholmisnýtslu og einum ógvuliga turbulentum gerandisdegi tók Linda fyri 17 árum síðani eina avgerð. Hon fór í viðgerð fyri alkoholmisnýtsluna. Tá broyttist alt.
– Tá var eg komin so langt út, at eg orkaði ikki meir. Orkaði ikki at arbeiða, fáa mær eina útbúgving og ei heldur at vera mamma, sigur Linda Olsen.
Hoyr alla samrøðuna við Lindu Olsen, har hon greiðir frá barna- og ungdómsárunum við alkoholi, rúsevni og veitslum sum vanligur partur av gerandisdegnum her.
Kelda: Kringvarp Føroya