Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Edrúur Oktobur

Aftur í ár er “Sober October” á skránni. Hetta er eitt heilsuátak við slagorðunum “Drekk minni – Uppliv meir!”, har fólk eggjast at hava ein rúsfrían mánað.

NVB (svenskt edrútt uppbyggingarsamtak) byrjaði átakið í 2012, sum nú hevur breitt seg yvir fleiri lond.

 

Bloggari sigur frá egnu royndum

Nathalie Vassallo greiðir á bloggi sínum frá hennara fyrstu roynd við “Edrúa Oktobur”.

At byrja við dugdi Nathalie ikki at síggja, hvussu hon skuldi yvirliva mánaðin, tí hvussu kann mann hava tað stuttligt uttan rúsdrekka? Tað vardi tó ikki leingi, áðrenn hon vandi seg við at vera rúsfrí.

Ein vinkona bjóðaði henni heim til sín at vera, meðan hon skuldi rudda húsið. Nathalie dugdi ikki at síggja, hvat stuttligt lá í tí, men hon segði so ja. Kvøldið endaði við at tær tosaðu um mangt ymiskt, tær annars ikki høvdu tosað um, og tær komu tí at kennast enn og betur, og blivu ta løtuna ríkari.

Av hesum rúsfría mánaðinum onpaðust eygu hennara fyri, hvussu ríkt tað er at vera rúsfrí saman við vinum.

Nathalie heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, tá vinir møtast til ein drykk, men harafturímóti er tað ein stórur trupulleiki, um tað verður einasti máti at hugna sær saman. Um støðan er so, er ein edrúur mánaður ein góður møguleiki at opna eyguni fyri øðrum síðum av hugna.

 

Um tú kundi hugsað tær ein edrúan mánað, antin tað er sjálv/ur ella saman við øðrum, ja so er upplagt at leypa í “Sober October” saman við restini av heiminum.

 

 

 

Les meir um Sober October: GoSober.org.uk

Les alla frágreiðingina hjá Nathalie Vassallo: What I Learned From “Sober October”

Tags: