Drekk! …ella ert tú við barn?

Nei, 24 ára gamla Christina Gjertsen er ikki við barn, hóast hon síðstu vikurnar hevur hildið sær frá rúsdrekka.

 

Fyri stuttum var greinin At siga “Nei takk” í býnum frammi um trupulleikan við at vera viðurkendur í býnum, um ein ynskir at vera rúsfríur.

Nú er evnið aftur frammi við einum Facebookuppslagi, har Christina Gjertsen hevur lagt eina mynd út av búki sínum við tekstinum: “DRIKK SPRIT ELLERS ER DU GRAVID!”.

 

2327180-1

 

Christina hevur hesar seinastu vikurnar valt at takka nei fyri rúsdrekka, men í hesum jólatíðum tykist tað henni sera torført at fáa viðurkenning frá starvsfeløgum, vinum og kenningum. Hon møtir heldur fordøming:

Det er dessverre blitt sånn at dersom man deltar på et sosialt arrangement i dag og ikke drikker, blir man automatisk satt i en bås. En bås for gravide, religiøse, festbremser, sære og nyskjerrige sladrehanker som ønsker å få med seg hva alle andre gjør.

 

Tað eru enntá fleiri sum taka í búkin á Christinu fyri at vita, um hon er við barn:

Jeg har opplevd å få både sprit- og øl-flasker dyttet i munnen for å bevise at jeg ikke venter barn. Og magen min, den har aldri blitt tatt så mye på som i det siste. «Åå gratulerer så mye med graviditeten. Alle liker jo vin, så regner med at du er gravid siden du ikke drikker i kveld?

Við hesum setur Christina Gjertsen eisini spurnartekin við, um hví tað er so. Um hví ein ikki kann vera rúsfríur og samstundis vera við í hugnanum.

 

Les greinina her: DRIKK SPRIT ELLERS ER DU GRAVID!

Les fyrru greinina her: At siga “Nei takk” í býnum