Donsk børn fáa viðgerðartrygd

Danska Fólkatingið hevur júst samtykt eitt uppskot um at gera eitt lógaruppskot um eina viðgerðartrygd til børn av rúsmisnýtarum. Samtyktin var einmæld.

Nú er hjálp ávegis til børn og ung, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum. Í hvussu er í Danmark.
TUBA (terapi for unge, der er børn av alkoholmisbrugere), sum er ein partur av arbeiðinum hjá Bláakrossi í Danmark, hevur í fleiri ár arbeitt við at tryggja skjóta og málrættaða hjálp til børn og ung, ið vaksa upp saman við foreldrum, sum drekka ov nógv, ella sum eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum.

Børn líða skaða um tey ikki fáa hjálp
Blái krossur í Danmark fegnast tí um, at tað nú skal gerast eitt lógaruppskot, sum skal geva børnum hjá rúsmisnýtarum rætt til viðgerð innan ein mánaða.
– Gjøgnum tað hjálpararbeiði, sum vit hava gjørt millum børn og ung, hava vit royndir av, at tað er stórur munur á, hvussu og hvussu nógv kommunurnar hjálpa børnum í rúsdrekkafamiljum. Nakrar kommunur hava serlig tilboð til børn og eina TUBA-ráðgeving, meðan aðrar kommunur hava hugburðin, at hetta ikki hevur verið ein uppgáva, ið kommunan hevur tikið sær av higartil, og tí heldur ikki er ein uppgáva, sum tey nú skulu loysa. Avleiðingin av hesum er, at tað eru nógv børn og ung, sum mugu klára seg sjálvi, og sum líða skaða av at liva saman við ella eru vaksin upp saman við foreldurm, sum drekka, sigur Christian Bjerre, aðalskrivari hjá Bláakrossi í Danmark.

Lætt at søkja sær hjálp
Við eini viðgerðartrygd fáa børn og ung, sum eru undir 25 ár, rættin av fáa hjálp ella viðgerð, um tey hava trupulleikar, tí at teirra foreldur hava eitt rúsdrekkamisbrúk.
– Nú skal tað gerast eitt veruligt lógaruppskot við neyvari greining av, hvat viðgerðartrygdin skal umfata. Í Bláa Krossi vilja vit arbeiða fyri, at tað verður lætt at søkja sær hjálp, uttan mun til hvar í landinum hesi børnini og ungu búgva. Og so vóna vit, at tað ikki gongur long tíð, til viðgerðartrygdin er veruleiki, sigur Christian.

Fakta:
Sunnhedsstyrelsen í Danmark metir, at tað í dag eru 122.000 børn í Danmark, ið vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum.
Børn kunnu sjálvi verða skadd av rúsdrekkamisbrúkinum hjá foreldrunum. Tað kann vera við at tey sjálvi útvikla eitt misbrúk av rúsdrekka ella stoffum, tey fáa lágt sjálvsvirði, hava trupult við at fáa eina útbúgving, gerast depressiv ella fáa aðrar sálarligar trupulleikar.

Mynd:
Christian Bjerre, aðalskrivari í Bláakrossi í Danmark (t.h.), saman við Peder Morre, leiðari av “Hjartarúminum” í Aalborg.

Orð og mynd: Frants Jensen