COVID-19: Vit mugu ansa væl eftir útsettum børnum og ungum hesa tíðina.

Í Føroyum verður mett, at á leið 1200 børn og ung vaksa í upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Fleiri av hesum børnum eru serliga útsett í verandi støðu, sum er íkomin orsaka av COVID-19, tí tey sleppa ikki at luttaka í teimum tilboðum, sum vanliga lætta um teirra gerandisdag.

Tilboðið “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya fevnir um børn og ung, sum liva í heimum, har rúsur er, ella hevur verið, ein trupulleiki. Í samband við COVID-19 og okkara verandi samfelagsstøðu, hugsa vit serliga um tey, har rúsur í skrivandi løtu er ein trupulleiki í heiminum. Hesi børn og ungu skulu nú vera heima alla tíðina, og verða ikki avlastaði av skúla, frítíðarítrivum, øðrum familjulimum osv. Í kreppustøðum sum hesari, hava børn serliga stóran tørv á vaksnum, sum tey eru trygg við, men tá alt landið liggur lamið, missa tey mest útsettu børnini ein stóran part av sínum netverki. Hetta ger tey enn meira útsett. Vit vilja tí heita á bæði myndugleikar og fólk annars um, at minnast til hesi børnini.

Ráð til foreldur og onnur rundan um útsett børn
Aðrastaðni í norðanlondum sæst, at rúsdrekka er ímillum tær vørurnar, sum verða hamstraðar orsaka av COVID-19[1]. Børnum tørvar tryggleika, tá alt soleiðis verður øðrvísi, enn tey eru von við. Ein hægri alkoholnýtsla hjá teimum vaksnu, kann tí raka børnini hart. Tí er tað neyðugt, at vit øll hugsa um okkara egnu rúsnýtslu. Hvussu nógv gløs tola okkara børn?

Nógv av teimum børnunum, sum fáa samrøður og bólkatilboð frá okkum, stúra í forvegin fyri skúlaferium og pausum frá frítíðarítrivi, orsaka av einari hægri rúsnýtslu heima, og færri orsøkum til at vera uttanfyri heimið. Hendan COVID-19 tíðin, har alt er avlýst, er komin púra óvæntað á hesi børn. Tí er tað týdningarmikið, at vit sum borgarar gera tað, sum vit kunnu fyri at vísa umsorgan fyri teimum.

Fýra góð ráð:

Blái Krossur í Noregi [2] vísir t.d. á hesar møguleikarnar, um man er stúrin um eitt barn, og har man framvegis fylgir tilmælunum frá heilsumyndugleikunum:

  1.  Send eini boð við sms ella á sosialu miðlunum, har tú t.d. skrivar: “Eg hugsi um teg og tína familju. Eg eri her, um tú hevur tørv á at práta”.
  2. Keyp eina bók, sjokolátu ella okkurt annað, og legg tað uttanfyri hurðina til barnið ella tann unga við einari lítlari heilsan.
  3. Um tú hevur møguleika fyri tí, so spasera ein túr forbí heimið hjá barninum. Ert tú heldig/-ur, sært tú barnið ella familjuna og kanst vinka vinarliga til tey. Tað er gott fyri teg at røra teg, so leingi tú heldur passaliga frástøðu til onnur á túrinum.
  4. Býrt tú eitt sindur longri vekk, kundi tú sent eitt postkort til barnið. Tað er so hugnaligt hjá barninum at fáa okkurt við postinum.

Við at brúka hesar hættir, vísir tú barninum, at tú sært tað og ikki hevur gloymt tað, hóast tú ikki møtir tí í gerandisdegnum júst nú.

Um eitt barn, sum tú ert stúrin um, bankar á dyrnar, mást tú sjálv/-ur avgerða, um tú kanst lova barninum inn. Hóast frástøða er týdningarmikil, kanst tú spyrja barnið hvussu tað gongur heima, um har er nakað, tú kanst hjálpa við, og vísa á, at tit kunnu hava samband gjøgnum sms ella sosialar miðlar. Eisini kanst tú siga barninum frá teimum tilboðum, sum finnast á netinum.

“Øll hava rætt til góð barnaár” bjóðar hesa tíðina online- og/ella telefonsamrøður til børn og ung, sum búgva í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 77 07 09 ella tp. bolkar@blakross.fo

“Tú & Eg Ráðgevingin” veitir ráðgeving um alt tað, sum børn og ung kunnu stríðast við. Man kann ringja 116 111, ella senda eitt bræv umvegis heimasíðuna www.barnabati.fo

Niðurstøða
Tosað verður nógv um hvat COVID-19 kemur at kosta samfelagnum og tí einstaka borgaranum í krónum og oyrum, umframt tær heilsufrøðiligu avleiðingarnar av sjúkuni. Vinnan, tímalønt, sjálvstøðugt vinnurekandi, tey eldru, starvsfólk í heilsuverkinum, og onnur, sum verða hart rakt í hesi støðuni, fylla nógv í tíðindunum. Hesi skulu vit sjálvandi eisini tosa um! Vit sakna tó, at tosað verður um hvat hendan støðan kostar teimum børnunum, sum hava tað trupult heima, og eru avskorin frá øllum teimum menniskjum og ítrivum, sum vanliga betra um teirra tilveru. Tí eggja vit borgarum til, at hugsa einaferð eyka um hesi børnini, og gera tað vit kunnu fyri at tey skulu kenna seg hoyrd og sædd í hesum tíðum.

 

Vegna “Øll hava rætt til góð barnaár”,
Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.

 

[1] https://avogtil.no/bekymret-over-vinhamstring/?fbclid=IwAR1jPMeQewDcmAw6jd62T0lFd3ENPsv5_MEUldMB_04vwIkGRR7R2kWFZYY
[2] https://www.blakors.no/de-usynlige-barna-i-unntakstilstand/?utm_source=De%20usynlige%20barna%20/%20Facebook&utm_medium=Facebook%20og%20Instagram&utm_campaign=De%20usynlige%20barna%20-%20JEG%20SER&utm_content=a-b&fbclid=IwAR2qa_CV34w_YYVytOP0zJonuZO0b8ZiDqPz5ouIkDhieiZ0KmTsrz_8Nu0