Carlsberg ávirkar børn við rúsdrekkalýsingum undir EM

Hóast tað ikki er loyvt at sponsorera ella lýsa við rúsdrekka í sambandi við ítróttartiltøk í sjónvarpi í Fraklandi, so hevur kenda rúsdrekkamerkið Carlsberg óbeinleiðis lýst sera nógv undir EM í Fraklandi. Í dystunum, sum Ongland og Wales spældu í bólkaspælinum, sóust lýsingar frá Carlaberg hvørt 72 sekund.

Børn og ung vera sera nógv ávirkað av hesum lýsingunum. Kanningar vísa, at tey samanbinda rúsdrekka og ítrótt, og tað ger, at fleiri av teimum sjálvi fara at nýta rúsdrekka. Tær negativu avleiðingarnar eru nógvar og ógvusligar. Tí er tað m.a. fyri at verja børn og ung, at tað eru avmarkingar, tá ið talan er um marknaðarføring av rúsdrekka.
Á sosialu miðlunum eru lýsingarnar frá Carlsberg og øðrum rúsdrekkamerkjum nógv meiri ágangandi.
Rúsdrekkaídnaðurin dugir sera væl at sleppa sær uttanum lógirnar og marknaðarføra seg. Lesið meira her.