Bubu við jólagávum

Vit takka Bubu so hjartaliga fyri eina fantastiska jólagávu til Øll hava rætt til góð barnaár.

Í summar tók BUBU saman við vinum stigið til tiltakið BUBU á ferð, ið ynskti at varpa ljós á felagsskapir, ið virka fyri góðum viðurskiftum fyri børnum í Føroyum, og sum við súkklutúrum og smáum konsertum. Samstundis gav BUBU vinum, fyritøkum og kommunum møguleikan til at veita stuðul til hesar felagsskapir; Sinnisbata, Barnabata og Bláa Kross.
Og ikki kann annað sigast enn at móttøkan til tiltøkini var framúr góð, bæði av fólki, stuðli og miðlan, og tað fegnast BUBU sjálvandi um, og kann hann tí nú sera errin og eyðmjúkur boða frá, at nakrar 70.000 krónur komu inn, og at nú verður stuðulin veittir hesum felagsskapum.

Við hesum vil BUBU, súkklarar, stuðlar, kommunur og ikki minst hópin av BUBU-vinum, siga eina hjartans tøkk, soleiðis at vit kunnu geva enn fleiri føroyskum børnum, bestu amboðini til at fáa ein góðan uppvøkstur, hóast onkuntíð avbjóðandi umstøður.

Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað 2019

Leinkja til jólaheilsanina frá BUBU – sæst HER!

 

Myndir: Einar Vang