BUBU á ferð – á Strondum-Runavík-Leirvík

BUBU skipar í hesum døgum fyri einum átakið, har hann súkklar, saman við føroyingum, runt Føroyar, fyri at savna inn pening fyri børn í Føroym.

Fríggjadagin 17. august, fer hann at súkkla frá Strondum til Runavíkar, og so víðari til Leirvíkar.

Áðrenn byrja verður at súkkla, verður møguligt at heilsa uppá BUBU við EFFO á Strondum og stuðla verkætlanini.

Skráin
kl. 15.45 við EFFO á Strondum, har BUBU heilsar uppá og prátar við børnini – kanska onkur sangur verður at hoyra eisini. Í hesum sambandi bjóðar EFFO ókeypis kaffi og køkur til vaksin og okkurt lekkurt til børnini.

kl. 16.00 byrja verður byrja at súkkla til Runavíkar.
BUBU sigur, at um børn og vaksin av Strondum vilja sleppa at súkkla, men ikki tíma og orka at súkkla heilt til Runavíkar, so kann man súkkla við, so leingi man orkar.
Ein møguleiki fyri tey heilt smáu er at súkkla til omankoyringina til Innan Glyvur, vinka farvæl til BUBU við fylgi, áðrenn leiðin gongur heim aftur.

kl. 17.00 Koma til rundkoyringina í Runavík og inn aftur til býraðsskrivstovuna í Saltagará

kl. 17.20 verður súkkla til Leirvíkar – koma til Leirvík uml. kl. 18.00

Vaksin eru vælkomin at súkkla við – tað krevur at ein hevur góða súkklu, hjálm og lyktir. Somu krøv eru til børnini um tey súkkla við.

Allur peningurin ið kemur inn til verkætlanina “BUBU á ferð”, fer til Barnabata, Sinnisbata og Bláa Kross, ið arbeiða við fyribyrgjandi tiltøkum fyri børn og ung.

Meir kunning um verkætlanina hjá BUBU sæst her.

BUBU hevur eisini gjørt eitt tiltak á facebook um túrin Strendur-Runavík-Leirvík. Hetta tiltakið sæst her.