Bólkar, samtalur og annað virksemi verður avlýst vegna corona smittuvænda

Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya, harvið eisini “Øll hava rætt til góð barnaár” hevur valt at fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, fyri at avmarka smittuvandan av COVID-19 (Coronavirus), sum ger um seg í løtuni. Hetta gera vit við at avlýsa bólkar, samtalur og alt annað virksemi í húsinum komandi 14 dagarnar fyribils. Húsið í Kongagøtu 8 liggur soleiðis stilt hesar dagarnar. Vit hava valt hetta, fyri at passa uppá øll børn, ung og vaksin, sum ganga inn til okkara, umframt at passa uppá hvønn annan.

 

Vit seta okkum beinleiðis í samband við tykkum, sum hava avtalur, ella eiga at koma í bólk, hesar vikurnar.

 

Vit tríggjar, Alisa, Lív og Beinta, sum starvast fast í húsinum, verða tøkar umvegis telefon, um onkur hevur tørv á at tosa við okkum. Nummarið, sum verður brúkt, er 77 07 09 (Alisa). Tit eru hjartaliga vælkomin at ringja, soleiðis eru vit her fyri tykkum, bara á ein øðrvísi hátt í løtuni

 

So hvørt sum nýggjar upplýsingar og nýggj tilmæli koma frá myndugleikunum, tilpassa vit arbeiðið, og boða tykkum frá. Verður hendan undantaksstøðan longd, finna vit ein máta, har vit t.d. kunnu veita einstaklingasamrøður á tryggan hátt umvegis netið.

 

Ansið eftir hvørjum øðrum! Vit gleða okkum til vanliga virksemið kann byrja aftur

 

Vinarliga,

 

Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini