Børn hjá rúsevnismisnýtarum hava vunnið ein sigur – men tað verður hildið loyniligt
Danska Fólkatingið samtykti einmælt fyri 14 døgum síðani eitt uppskot um eina viðgerðartrygd til børn hjá rúsmisnýtarum. Hetta er ein stórur sigur fyri børn hjá rúsmisnýtarum, heldur Benedikte Kiær, borgarstjóri í Helsingør og fyrrverandi heilsumálaráðharri í Danmark. Trupulleikin er bara, heldur hon, at fjølmiðlarnir halda hetta loyniligt.
Tað var tann 11. juni, at Fólkatingið samtykti uppskotið, sum gevur øllum børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum, eina viðgerðartrygd innan 14 dagar.
Lesið Donsk børn fáa viðgerðartrygd
– Eg eri sannførd um, at vit við hesi viðgerðartrygdini kunnu hjálpa nógvum børnum og ungum nógv fyrr og betri, enn vit gera í dag, sigur Benedikte, ið er ein av teimum, ið hevur stríðst fyri rættindunum hjá børnunum, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum.
– Henda viðgerðartrygdin vil vera við til at niðurbróta tann keðiliga sosiala arvin. Umframt at tað er gleðiligt fyri tann einstaka, so vil tað eisini merkja minni útreiðslur til aðrar sosialar útgjaldingar. Tíbetur eru tað ikki øll, sum sjálvi fáa trupulleikar í teirra vaksna lívi av at vaksa upp í einum heimi, har foreldrini drekka. Tíbetur. Men vit síggja á hagtølunum, at um ein hevur havt foreldur, ið drekka, so er vandin størri at fáa sálarligar og aðrar trupulleikar. Og tað er her, at TUBA (terapi for unge, der er børn av alkoholmisbrugere) hevur víst sera góð úrslit við teirra fyribyrgjandi arbeiði, sigur Benedikte.
Trupulleikin við hesum stóra sigrinum hjá børnum heldur hon bara vera, at fjølmiðlarnir als ikki umtala hetta málið. Tí endar hon sítt skriv soleiðis:
“Hurra for den hemmelige sejr”.
Lesið alla greinina hjá Benedikte her.
Skrivað hevur: Frants Jensen