Blue Cross Chad er mánaðarligi limur á International Blue Cross
Í oktober mánaði valdi altjóða Blái Krossur at verpa ljós á arbeiðið, sum verður gjørt í Chad, Norður Afrika. Hvønn mánað vísur stovnurin á virksemi, ið tey gera kring heimin.
Føroyar hava í mong ár stuðla Chad við m.a. at fíggja eina verkætlan til ein lívsførleika skúli fyri ung har tey vera upplærd og ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga – førleikar, ið eru týdningarmiklir, fyri at fóta sær í lívinum. Fokus er eisini, at hjálpa teimum úr rústrupulleikunum og at fyribyrgja bundni og harðskapi.
Blái Krossur í Chad var stovnaður september 1991 og hevur til endamáls, at vísa á ein sunnan lívsstíl millum ungar chaddar, uttan rúsevnir og rúsdrekka.
Samrøða við aðalskrivara hjá Bláa Krossi í Chad
Ein samrøða var gjørd við Samadji Mbangtonou, aðalskrivara í Bláa Kross í Chad.
- Hví er arbeiði hjá Bláa Krossi umráðandi fyri teg?
“Arbeiði hjá Bláa Krossi er umráðandi tí tað veitur umráðandi upplýsingar um alkohol og tubakko, onnur rúsevnir, STI/HIV/AIDS, kynsgrundaðan harðskap, góða leiðslu og sosialt ansvar til íbúgvarnar og ungdómin í Chad.”
- Ert tú sannførdur um tað arbeiði tit gera – um ja, hvar?
“Har eru so nógvar fráboðanir um broyting.” Hetta eru nakrar av teimum:
-
- Betra heilsustøða
- Meiri tíð brúkt við familju og arbeiði
- Betur fíggjarumstøðir í landi og privat
- Kvinnur, sum fyrr framleiddu alkohol hava skift virksemi
- Motorsúklu taxasjafførur hava fingið keypt sínar egnu motorsúklur.
- Næmingar hava fingið hækkað próvtøl
- Hvat var tín eydnuríkasta løta í starvinum hjá Bláa Krossi?
“Mínar eydnuríkastu løtur, eru tá vit fáa fráboðanir um týdningarmiklar broytingar.”
- Hvat er/var tín størsta avbjóðing í tínum arbeiði hjá Bláa Krossi?
“Tann størsta avbjóðingin er at fáa hægri yrkisdugnaskap í Bláa Krossi í Chad og í allar landspartar í Chad.
- Hvat metir tú er tann mest umráðandi verkætlanin í tínum landi?
Núverandi verkætlanin hjá Bláa Krossi í Chad, at menna ymisk evnir hjá ungdómi, er tann mest umráðandi tí hon framvegis inniber lutir sum eru sera umráðandi.