Blákrossveitsla í Tabor fyri ung
Í kvøld, leygarkvøldið 2. februar, verður Blákrossveitsla í Tabor á Toftum fyri teimum ungu.
Veitslan byrjar við døgurða klokkan 19 (tilmelding neyðug, og freistin er farin). Síðan verður møti klokkan 20.00. Martin Kúrberg kemur at siga frá, andakt er á skránni og eisini verður sungið saman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.