Blákrosstiltak á Toftakaj

Í sambandi við Bátafestivalin á Toftum verður hugnakvøld fríggjakvøldið 6. mai kl. 20 í tjaldinum á Toftakaj. Nógvur sangur er á skránni.

Tað er Tofta/Rituvíkar Blákrossfelag, ið skipar fyri. Millum annað verður BUBU, barnakór í Tabor og barnakór í Nebo, 17 sangarar, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Halelulja Sofus og ungdómsløta á skránni.
Øll eru vælkomin.