Blákrossheimið við viðgerðartilboði til 15-18 ára gomul
Blákrossheimið hevur søkt um stuðul á fíggjarlógini at byrja eitt ambulant viðgerðartilboð til 15-18 ára gomul, ið hava trupulleikar av rúsandi evnum
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um tørvin á viðgerð fyri ung, ið hava trupulleikar av rúsandi evnum. Og serliga hevur verið víst á, at tey, ið, eru yngri enn 18 ár, ikki hava nakað tilboð.
Ambulant í Tórshavn
Nú hevur Blákrossheimið søkt um stuðul á fíggjarlógini at byrja eitt ambulant tilboð fyri 15-18 ára gomul. Ambulanta viðgerðin verður eftir ætlan staðsett í Tórshavn.
Tilboðið fer at hava pláss til tveir bólkar á átta ung í hvørjum, tað vil siga 16 í senn. Viðgerðin er skipað við vikuligum bólkafundum og einstaklingasamtalum. Eisini verða foreldur/verjar hjá tí unga partar av tilboðnum.
DAT-viðgerð
Viðgerðin er skipað sum DAT-viðgerð. DAT-viðgerðarhátturin er kendur og verður brúktur á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. DAT er danska heitið fyri Dialektisk Adfærds Terapi. DAT er ein evidensbaseraður viðgerðarháttur, sum kann hjálpa menniskjum úr ymiskum sløgum av misnýtslu, sjálvmorðsroyndum, niðurbrótandi atburði og fyribyrgja óteljandi innleggingum á stovnum. Gjøgnum DAT hava nógv fingið týðiligan bata á lívsgóðskuna, og harumframt krevur DAT-viðgerðin ikki so nógv tilfeingi í tímum og krónum, sum stovnsviðgerð annars vanliga kostar, tí DAT-viðgerð kann veitast gjøgnum ambulanta viðgerð uttan innleggingar.
Fyrstu átta vikurnar er eitt byrjanar modul. Eftir tað er ein støðusamtala við brúkara, foreldur/verjar og viðkomandi myndugleikar. Síðani eru trý modul á 16 vikur. Støðusamtala er eftir hvørt modul.
DAT-viðgerðarhátturin verður nýttur uttanlands bæði til ung og vaksin. Millum annað í Danmark og í USA hava tey góðar royndir av hesum viðgerðarhátti fyri ung.
Øll starvsfólkini á Blákrossheiminum eru í løtuni í gongd við at taka útbúgving innan DAT-viðgerð.
Samstarv við almennar myndugleikar
Blákrossheimið hevur verið á fundi um ætlaða viðgerðartilboðið fyri 15-18 ára gomul við umboð fyri nógvar ymiskar stovnar, ið hava við ung av gera, sum hava trupulleikar á hesum økinum. Millum annað Barnaheimið, barnaverndartænasturnar kring landið, høvuðsbarnaverndina, Gigni, SSP og onnur. Hesi eru so komið við viðmerkingum til ætlanina, og onkur av teimum hevur nevnt, at tey ætla at gera brúk av tilboðnum. Samskifti hevur eisini verið við psykiatiska depilin um hetta.
Málið er eisini lagt fyri politikarar, har teir hava fingið høvi til at spurt inn til innihaldið.
Bíligari enn døgnviðgerð
Tilboðið er mett at kosta 2,57 milliónir krónur um árið, og hetta er munandi bíligari, enn um talan var um eitt tilboð við døgnviðgerð. Um Blákrossheimið fær fígging frá landinum til hetta, so byrjar tilboðið í august 2017.
Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid