Blákrossheimið søkir tveir sálarfrøðingar ella sálarviðgera
Søkt verður eftir sálarfrøðingi ella sálarviðgera til tvey størv á Blákrossheiminum.
Høvuðsarbeiði fer at vera á deildini DAT – UNG í Tórshavn, og viðgerðin verður skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). DAT – UNG er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum verður skipað við m.a. staksamrøðum og í bólkum. Tú kemur at mynda nýggju deildina saman við viðgerðartoyminum á Blákrossheiminum.
Vit rokna við, at tú:
· hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri frá hægri lærustovni. Tað er ein fyrimunur um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
· hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungdóm.
· hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
· ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
· vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
· gert fyrifallandi praktiskt arbeiðið.
Løn/setanartreytir
Talan er um fulltíðarstørv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2017.
Byrjað verður í starvinum 15. septembur 2017.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á Blákrossheiminum.
T-post: olga@blakross.fo
Telefon: +298 770770
Umsóknin skal sendast til
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2
FO-655 Nes
Ella á teldupost: blakrossheimid@blakross.fo