Blákrossheimið søkir náttarvakt

Við hesum verður søkt eftir náttarvakt til Blákrossheimið at byrja 15. aug. 2017.

Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig- og sosialpædagogisk viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar- og atferðarbroytingar, skipað við bólkarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing.

 

Uppgávur/arbeiðsøki:

·       Vera um búfólkini um náttina.

·       Taka telefon.

·       Fyrifallandi praktiskt arbeiði.

·       Samtala við búfólkini og tey, sum ringja inn um náttina.

 

Vit vænta at tú:

·       hevur lætt við at koma í samband við menniskju.

·       hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.

·       ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.

·       vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.

·       tað er ein fyrimunur at tú hevur ástøðiliga útbúgving.

 

Løn/setanartreytir:
Talan er um 0,7 starv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2017.

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á Blákrossheiminum.

T-post: olga@blakross.fo
Telefon: +298 770770

 

Umsóknin skal sendast til:

Blákrossheimið

Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2
FO-655 Nes

Ella á teldupost: blakrossheimid@blakross.fo

 

Les lýsingina her