Blákrossheimið sett tvey nýggj starvsfólk

Herfyri lýsti Blákrossheimið eftir tveimum fólkum. Hesi eru nú sett.

Kuno Iversen er settur í starv sum sálarviðgerði. Kuno er úr Grønlandi, men hevur í nógv ár búð í Danmark. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur frá lærda háskúlanum í Århus í 2014. Kuno er 32 ár, er giftur við føroyskari konu sum eitur Daisy, og tey eiga trý børn.

Sigrun Nón er sett í starvið sum skrivstovukvinna. Sigrun, ið er úr Rituvík, er útbúgvin bankakvinna og hevur síðsta árið verið í farloyvisstarvi sum skrivstovukvinna á Blákrossheiminum. Sigrun er 48 ár, gift við Torleif og tey eiga trý børn.

Sigrun og Kuno byrja í føstum starvi ávíkavist 1. og 15. september.