Blákrossheimið bjóðar viðgerð yvir netið

Eins og nógvir aðrir stovnar, so hevur COVID-19 virusið ávirkað virksemið á Blákrossheiminum. Viðgerðarstovnurin ger eftir tilmæli frá myndugleikunum og tekur tí ikki ímóti nýggjum búfólkum undir núverandi umstøðum. Samstundis elvir tíðin við sóttarhaldi, smittuvanda og sjúku sannlíkt til strongd og aðrar kenslur, sum kunnu vera tungar at handfara hjá teimum, sum stríðast við rústrupulleikar. Hetta kann vera ein trupul tíð, bæði fyri tey og teirra avvarðandi.

 

Tí fer Blákrossheimið nú at bjóða samtalur yvir netið og telefon. Hetta viðgerðartilboð er galdandi bæði fyri tey, sum hava ein rústrupulleika og fyri teirra avvarðandi.

 

Á Blákrossheiminum arbeiða sálarfrøðingar, sálarviðgerar og onnur, sum eru køn og roynd innan rúsviðgerð og samtalur.

 

Hetta tilboðið fer at varða so leingi, sum COVID-19 tilbúgvingin stendur við.

 

Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, heldur eisini áfram við sínum virksemi yvir netið.

 

Fyri at hoyra nærri og gera avtalu um viðgerð kann ringjast til Blákrossheimið á 770 770.