Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Blákrossfest hjá Tofta- og Rituvíkar Blákrossfelag

Sunnudagin 7. januar verður árligi aðalfundurin/-festin hjá Tofta- og Rituvíkar Blákrossfelag.

Festin í ár verður í missiónshúsinum á Toftum.

 

Í ár verður byrjað kl.17.00 við einum góðum náttverðabita. Eftir náttverðan, verður sjálvur aðalfundurin.

Eftir aðalfundin verður møti, har Taborkórið syngur, Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, talar, og Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, kemur at greiða frá arbeiðinum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tags: