Forsíða

Lat lutir til handlarnar

Lat lutir til handlarnar!
Blái Krossur Føroya hevur í løtuni fimm handlar, ið selja endurnýtsluvørur.
Talan er um tríggjar endurnýtslu-klædnabúðir, ið nevnast Blákrossbúðir; í Tórshavn, Saltangará og Miðvági, og tveir handlar, ið selja brúkt ting. Hesir báðir handlarnir verða nevndir Endurnýtslur og eru á Glyvrum og í Miðvági.

Blákrossbúðir
Blákrossbúðirnar hava eitt stórt úrval innan øll sløg av klæðum. Her fær ein t.d. keypt alt frá vanligum gerandisklæðum, til góð og ofta lítið brúkt fín klæðir, sum t.d. klædningar, kjólar o.l. Vanliga finnur ein eisini eitt gott og sera bíligt úrval av barnaklæðum og ymsum lutum.

Endurnýtslur
Endurnýtslurnar selja brúkslutir av øllum handa slag, so sum borð, stólar, sofur, lampur, sengur, súkklur og mangt annað. Alt verður selt bíliga.

Lat lutir til handlarnar!
Allir handlarnir taka við tøkk ímóti klæðum og tingum, ið kunnu seljast víðari.
Blákrossbúðirnar taka móti góðum, reinum og heilum brúktum klæðum, skón og prýðislutum. Endurnýtslurnar taka móti borðum, stólum, sofum, lampum, brúkslutum og øðrum.

Umframt at borgarar kunnu lata lutir beinleiðis til Blákrosshandlarnar, so ber eisini til at lata lutir á ruskøkjunum í Runavíkar kommunu, Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Vága kommunu. Í Runavíkar kommunu og Vága kommunu eru serligar bingjur við navninum “Blákrossbingjan” at lata tílíkar lutir í.
Lutir, ið verða latnir inn, mugu vera í góðum standi.