Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Blákrossbúðin í Suðuroy letur upp

Í samband við at blákrossbúðin letur upp í dag, hósdagin 15. mars, verður móttøka í handlinum kl.15.00

 

Blái Krossur Føroya fer undir virksemi í Suðuroy, og í tí sambandi eru høli fingin til vega á Tvøroyri. Fyrsta stig í hesum arbeiði, er at lata eina blákrossbúð upp, har dentur verður lagdur á at selja góð brúkt klæði og annað. Blákrossbúðin letur upp hósdagin 15. mars kl.15.00

 

Endamálið við húsakeypinum er ikki bert at reka endurnýtsluhandil, men eisini at fara undir fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Suðuroy, tí tørvur er á tilboðum til børn og ungdóm, eisini í Suðuroy. Men fjarstøðan ger tað trupult at bjóða hesi tilboð til suðuroyingar, tí vilja vit byrja arbeiði í Suðuroy.

Vælkomin til móttøku í Blákrossbúðini, Tvørávegur 23 / Valarabrekka 2 á Tvøroyri, hósdagin kl.15.00

Børnini fáa ballónir

Tags: