Blákrossbúðin í Saltangará leingi opið
Leygardagin hava allir handlar í Runavíkarøkinum og Klaksvíksøkinum leingi opið.
Blákrossbúðin í Saltangará hevur eisini leingi opið henda dagin. Umframt vanligu Blákrossbúðina, hava vit eisini opið í hølunum, sum vit leiga í hjá Hæddini.
Inngongdin er trappan millum bygningin hjá Hæddini og Betri banka.
Báðir handlarnir hava opið frá kl 10.00 til umleið kl 18.00
Handilin í bygninginum hjá Hæddini er eisini á tremur við klæðum, (Stór lagursøla) – hølini eru rúmlig, so her er góður møguleiki at ogna sær góð og bílig klæðir.