Blákrossbúð letur upp í Klaksvík
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at lata eina Blákrossbúð upp í Klaksvík. Hølir eru nú fingin til vega og arbeitt verður við at finna sjálvboðin arbeiðsfólk. Um tú ynskir at vera ein partur av hesum, vinarliga set teg í samband við Rannvá Langgaard telefon 217108.
Í viku 51 er ætlanin at lata Blákrossbúðina upp har vit selja klæðir o.a. Handilin kemur at halda til á Klaksvíksvegi 65 – har Dals Vøruhús áður hevur hildi til.
Møguleiki er at lata klæðir til handilin. Fyribils er møguleiki at seta posar uttanfyri bilhúsið á økinum.
Endaliga dato fyri upplatingini verður lýst seinni.