Blákrossballónir á rúsfría Sjómannadegnum

Blákrossballónirnar væl umtóktar á ólavsøku og til tiltakið “Ein dagur á grynnuni”, og nú verður aftur møguleiki at ogna sær eina á Føroya Sjómannadegi.

 

Føroya Sjómannadagur

Endamálið við Føroya Sjómannadegi er at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, so at familjur og fólk í øllum aldri kunnu njóta gleði av tiltakinum.

 

Øll hava rætt til góð barnaár

Á degnum ber so aftur til at ogna sær eina fitta bláa kanin. Á baksíðuni á ballónini stendur “Øll hava rætt til góð barnaár!” og vísir til heimasíðuna “blakross.fo”. Hetta er eitt átak hjá Bláa Krossi Føroya, sum ynskir at varpa ljós á rústrupulleikan hjá børnum, sum vaksa upp saman við rúsmisnýtarum. Tað er sera umráðandi, at børnini vita at tey kunnu venda sær til onkran við trupuleikanum, og við hesum átakinum hava tey møguleikan at fáa hjálp og tosa við onnur, sum eru í somu støðu.

 

Myndir frá filminum (sí niðast):

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 15.20.20

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 15.21.22

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 15.22.15

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 15.23.00

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 15.23.40

 

 

Meir um Sjómannadagin: norðlýsið.fo

Meir um “Øll hava rætt til góð barnaár!”: blakross.fo og á Facebook

Stuttur filmur frá “Ein dagur á grynnuni”: Link til filmin