Blákross tvær framløgur á NRS Rúsevnisseminar
Alisa Hammer og Lív Justinussen frá Bláa Krossi Føroya og Leivur á Lakjuni frá Blákrossheiminum høvdu seinnapartin hósdagin framløgur á NRS Rúsevnisseminar, sum Fólkaheilsuráðið er vertur fyri.
Framløgan hjá Alisu Hammer, fyribyrgingarleiðara, og Lív Justinussen kallaðist ‘Forebyggende arbejde blandt børn og unge på Færøerne’, meðan hon hjá Leivi á Lakjuni, familjuviðgera, varð nevnd ‘Afhængighedens psykologiske mekanismer’.
Sirið Stenberg, landstýriskvinna, setti mikudagin rástevnuna, sum vardi til middags fríggjadagin. Embætisfólk og fólk frá norðurlendsku fyrisitingunum hava tikið lut á rástevnuni. Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar er við í samstarvinum.
Seminarið snúði seg um fá, men stór evni. Fyrilestrahaldarar lýstu hvør sítt evni, og arbeitt varð eisini í arbeiðsverkstøðum fyri at fara í dýpdina við ávísum evnum og harvið luta royndir hvør hjá øðrum landanna millum.
Ætlanin er at felagsniðurstøða og yvirlýsing verður niðurskrivað.