Blái Krossur sett tvey nýggj starvsfólk
Blái Krossur søkti herfyri eftir nýggjum fólkum til fyribyrgingarráðgeva og bólkaleiðarum í verkætlanini ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Nú eru hesi bæði størvini sett.
Majbritt Olsen, Havn, er sett sum fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari. Majbritt er 33 ár og útbúgvin sálarfrøðingur. Majbritt hevur starvast á Sálarfrøðistovuni í tvey ár, men hevur eisini nomið sær fleiri ymiskar royndir at arbeiða millum børn og ung við trupulleikum í Føroyum og í Manchester í Onglandi. Bæði professionelt og í sjálvbodnum arbeiði, millum annað í kristnum høpi
Sum fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari fer Majbritt m.a. út á skúlar, til ungdómshús, til ungómsbólkar, at vitja konfirmantar, til ungdómsmøti, og aðrastaðni har ung eru, og har møguleiki er at sleppa inn, og kunna og upplýsa um vandan við rúsdrekka og rúsevnum.
Majbritt byrjar 1. apríl í starvinum.
Alisa Hammer, Strendur, er sett sum bólkaleiðari í 20% tíð. Alisa er 36 ár, útbúgvin námsfrøðingur og hevur harafturat eina familjuterapeutiska útbúgving. Alisa hevur millum annað arbeiðsroyndir frá Margarinfabrikkini og barnaheimi í Uummannaq í Grønlandi umframt at hon hevur starvast sum bólkaleiðari hjá Beranum, ið eru bólkar hjá teimum, ið hava mist onkran av sínum kæru, síðani 2009.
Alisa byrjar 1. mai í starvinum.
Majbritt og Alisa fara saman at leiða bólkarnar ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Hetta eru bólkar fyri børn og ung, ið liva í einum heimi, har rúsevamisnýtsla er. Bólkarnir savnast umleið 14 hvønn dag. Tað hevur víst seg, at stórur tørvur er á hesum bólkunum.
Er onkur, ið hevur hug at koma í bólkarnar, so er at seta seg í samband við Bláa Kross á tel 770700.
Í Bláa Krossi fegnast vit um, at vit aftur kunnu seta meira orku inn at arbeiða fyribyrgjandi, at fólk enda í misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum. Eisini fegnast vit um, at bólkarnir ”Øll hava rætt til góð barnaár” kunnu halda fram, og at hava fingið dugnalig starvsfólk, at taka sær av hesum uppgávunum.