Blái Krossur ynskir gleðilig jól
Nú er árið farið at halla og jólini eru í hondum.
Í Bláa Krossi kunnu vit líta aftur á eitt ár við nógvum hendingum.
Vit hava rokkið út og hjálpt sera nógvum fólkum, ið sjálvi hava ella hava havt trupulleika við rúsdrekka. Vit eru rokkin út til fleiri familjur og til børn, ið liva ella hava livað tætt av fólki við rústrupulleikum. Tað eru øll hesi, vit virka fyri.
Vit hava í árinum fingið fleiri nýggj og dugnalig starvsfólk, og vit gleðast eisini um, at politikarar og myndugleikar eru sera positiv fyri okkara arbeiði. Vónandi fer tað at síggjast betri aftur í hægri játtanum í framtíðini. Vit eru eisini sera takksom fyri øll tey dugnaligu starvsfólkini, vit hava, og tey 300, ið starvast sjálvboðin í felagsskapinum. Tey eru gullverd.
Sjálvandi er tað eisini ymiskt arbeiði í Bláa Krossi, sum kundi gingið betri, og nøkur øki, har vit ikki eru komin so langt. Nøkur av hesum økjunum, m.a. arbeiðið í Havn og at vera meira virkin á stevnum og festivalum, vilja vit arbeiða meira við næsta ár.
Øll kunnu vera við í hjálpartænastuni
Til ber at stuðla arbeiðinum hjá Bláa Krossi við at flyta pening gjøgnum okkara heimasíðu www.blakross.fo ella á eina av okkara konto:
9181 – 495.393.4
6460 – 419.693.9
9865 – 101.533.2
9870 – 405.626.5
Blái Krossur takkar hjartaliga fyri stuðulin.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
“Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” (Matteus 1,21)
Vegna Bláa Kross Føroya
Frants Jensen,
aðalskrivari
og
Sverri Steinhólm,
formaður