Blái krossur vitjan úr Noregi

Um vikuskifti vitjaðu Amund Gillebo og Gaute Brækken úr Bláa Krossi í Noregi, fyri at menna samstarvið við Bláa Kross Føroyar.

Amund Gillebo er leiðari fyri fyribyrging hjá Blåkors og Gaute Brækken arbeiðir við verkætlanini “Vælg selv” hjá Bláa Krossi og SuntPrat.

 

Fríggjakvøldið vóru teir saman við leiðarunum hjá Bláa Krossi og BKU (Blákrossungdómur), har teir greiddu frá um arbeiði teirra og vístu nakrar filmar, sum teir hava framleitt, og hoyrdu um hvussu gjørt verður í Føroyum. Síðan ótu tey døgurða saman og deildu hugskot og royndir.

Teir hava síðan sæð Blákrossheimið, Blákrosshandlarnar og kontórini hjá Bláa Krossi.

 

Eisini hava teir ferðast landið runt og verið í Gásadali, Kirkjubø, Vestmanna, Klaksvík, Gjógv, Saksun, Strondum, Leirvík og vóru við á nýggjárgudstænastuni í Gøtu kirkju, sum verður send á nýggjárinum.

 

Soleiðis skriva teir á Facebook

Amund Gillebo:

  • Túsund takk fyri góðar samrøður, kjak og hugkveikjandi dagar saman, Lív og Alisa og restin av vinum okkara í Føroyum!
    Sum ein vísur føroyingur segði: “Vilt tú ganga skjótt, so gang sjálvur. Vilt tú náa langt, so gang saman”.
    Vit glaða okkum til at ganga saman í fyribyrgingararbeiði í Norðurlondum!

Gaute Brækken:

  • Góður matur og gestablíð fólk.
    Eg havi undirvíst ungdómsleiðarar í suntogsant.no, sum verður umsett til føroyskt, vitjað á nýggja Blákrossheiminum við fantastiska sýninum og verið á nýggjársgudstænastu í Gøtu kirkju.

 

     

 

Herundir síggjast myndir, sum Lív Justinussen, Amund Gillebo og Gaute Brækken hava tikið: