Viðgerðarheim fyri ungdóm

Í síðstuni hevur nógv verið frammi í miðlunum um ung, ið eru bundin av rúsevnismisnýtslu. Í hesum sambandi hevur fleiri ferðir verið spurt eftir einum viðgerðarheimi fyri ung.

Frants Jensen, aðalskrivari og formaður í nevndini fyri Blákrossheimið

 

Blákrossheimið hevur í áravís víst á týdningin at fáa eitt viðgerðarheim fyri ung. Heilt síðani 2003 hevur hetta verið nevnt í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum. Vit hava eisini í fleiri førum nevnt hetta fyri skiftandi politikarum og myndugleikum – bæði skriftliga og munnliga.

Á Blákrossheiminum hava vit síðstu árini m.a. raðfest at fingið familjuskeið og familjuráðgeva, at fingið betri karmar fyri viðgerðina við Blákrossheiminum á Nesi, at betra um viðgerðina og fakliga at menna starvsfólkið og so hava vit eisini raðfest at fáa eitt viðgerðarheim fyri ung. Vit hava miðvíst arbeitt við hvørjum aldursbólki tað viðgerðarheimið skal vera fyri, hvat innihaldið skal vera, hvussu tað skal skipast, og hvussu alt skal fíggjast. Vit hava tosað við landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, um hetta, og arbeiðast skal víðari politiskt við hesum.

At Sosialurin og Miðlahúsið hava varpað ljós á hetta í síðstuni er gott fyri málið. Tað skulu tey hava stóra tøkk fyri. Í dag verða nøkur ung send til Danmarkar í viðgerð, meðan onnur eru í Føroyum og fáa onga viðgerð. Verandi viðgerðarheim eru ikki ætlað til heilt ung, og tað riggar ikki serliga væl, at 18 ára gomul eru í viðgerð saman við 70 ára gomlum – hóast tað hendir onkuntíð.
Blákrossheimið vil tí bjóða seg fram at byrja eitt viðgerðarheim fyri 15-25 ára gomul. Hugsanin er at byggja eitt hús sunnanfyri verandi Blákrossheim á Nesi at hýsa hesum.

 

Les alla greinina og aðrar í ársins triðja blákrossblaði:
blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid/