Blái Krossur samstarvsfelagi í ABC verkætlanini

Ver virkin saman við øðrum við ymsum, sum gevur meining fyri teg. Hetta er boðskapurin handan ‘ABC fyri sálarliga heilsu’ verkætlanina, ið Blái Krossur Føroya er ein partur av.

 

Fólkaheilsuráði, saman við øðrum samstarvsfeløgunum, seta við hesari verkætlan fokus á okkara sálarheilsu. Endamálið við verkætlanini er at gera fólk varug við, at tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum.

 

ABC er upprunaliga ein verkætlan úr Avstralia og stendur fyri ‘Act, Belong and Commit’. Á føroyskum verða heitini ‘Ver Virkin, Ver Saman og Ver Hugbundin’ nýtt.

 

Sálarligir trupulleikar eru ein økjandi sjúkubyrða kring heimin. Sambært WHO verða sálarligir trupulleikar størsta sjúkubyrðan á heimsstøði í 2020. Mett verður, at umleið 50% av øllum íbúgvum í OECD-londunum fara at fáa sálarligar trupulleikar í sínum lívi. Tí hevur tað alstóran týdningi, at varpa ljós á sálarheilsu, og ikki minst seta sálarliga heilsufremjandi átøk í verk.

 

Tankin handan ABC er, at vit øll fáa tað betri við at styrkja okkara sálarligu heilsu og ein góður mátið at gera hetta uppá er við at fylgja ABC –  ‘Ver virkin saman við øðrum við ymsum, sum gevur meining fyri teg’.

 

Kelda: http://www.folkaheilsa.fo/news-vika+41+er+nu+ein+abc+vika_dtnm.htm