Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Blái Krossur nýggja heimasíðu

Blái Krossur býður tær vælkomnan á nýggju heimasíðuna.

Nú er nýggja heimasíðan hjá Bláa Krossi tøk á netinum. Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, vísir á týdningin, við at Blái Krossur hevur eina góða og snøgga heimasíðu: “Hjá okkum í Bláa Krossi er neyðugt, umframt at hava Blákrossblaðið, faldarar og annað, eisini at vera sjónlig á internetinum og annars í sosialu miðlunum. Hetta er ein týðandi partur av okkara sýnisglugga, har fólk kunnu leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og hvat vit annars hava at bjóða.”

Gamla heimasíðan hjá Bláa Krossi var vorðin gomul, og tí varð stig tikið til at gera eina nýggja heimasíðu við vøkrum einfaldum sniði og við fleiri møguleikum. M.a. eru tað nú betri umstøður at leggja videobrot út, at lata pengar til Bláa Kross á netinum, at lýsa komandi tiltøk/átøk og so hon er tøkniliga lættari at arbeiða við, og hóskar munandi betur til teldlar og snildfonur.

Ein onnur orsøk til hetta stigið er, at Blákrossheimið skuldi hava sína egnu heimasíðu, og tí var avgjørt at gera báðar síðurnar samstundis. Væntandi verður síðan hjá Blákrossheiminum tøk beint eftir summarfrítíðina.

Frants Jensen er vælnøgdur við nýggja sniðið: “Vit gleðast um at hava fingið eina greiða og snøgga heimasíðu, har lætt er at finna teir upplýsingar, fólk hava brúk fyri.”

Tað er Beak, ið hevur gjørt síðuna.

Tags: Blái, heimasíða, Krossur, Nýggj,