Blái Krossur luttók í verkstovuni ’Kveik Ung – Stuðla Ungum’ hjá Heilsuverkinum

Heilsuverkið hevur sett fyrstu verkstovurnar ‘Kveik Ung – Stuðla Ungum’ í gongd. Verkætlanin hevur til endamáls at veita ungum millum 16-25 ár meira vitan um sálarliga heilsu.

15. August vóru Lív Justinussen, ABC samskiparin hjá Bláa krossi, Jógvan Martin, leiðarin á umsorganarheiminum og tríggjar ungar kvinnur, ið hava verið hjálparfólk fyri Liv Lívið í summar, á Abc verkstovu hjá fólkaheilsuráðnum.

Heitið, sum luttakararnir ogna sær, við at gjøgnumføra verkstovuna, er ‘ungdóms kveikjari’.

 

Les meiri um verkstovuna her.