Forsíða
| Jógvan Simonsen

Blái Krossur í nýggjum hølum

Blái Krossur hevur nú samlað allar sínar handlar á einum stað í Runavík, og seinnapartin hósdagin bjóðaði ein glaður Dakko Petersen vælkomin teimum nýggju hølunum, sum eisini rúma fundarhøli, viðtalurúm til børn og avvarandi teirra, skrivstovur og annað.

– Í miðhæddini vera endurnýtsluhandlarnir, í norðara enda vera klæðini og í sunnara endanum verður endurnýtslan av møblum og øðrum lutum. Ein partur av loftinum fer at hoyra upp í endurnýtsluhandilin, meðan hin verður til skiljing at klæðum, fundarhøli, viðtalirúm til børn og avvarandi teirra, skrivstovur og annað. Tað sigur Dakko Petersen, aðalskrivari, hjá Bláa Krossi Føroya.

Eftir taluna hjá aðalskrivaranum sang Bárður á Lakjuni, ið eisini er limur í landsnevndini hjá Bláa Krossi, 2 sangir, og síðani var tíð til aðrar talur. Dakko Petersen er áður fortalt Trúboðanum, at tey fáa stóran stuðul frá millum annað Betri Stuðulsgrunninum, ið hevur gjørt ætlanina til veruleika. Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, bar eisini eina heilsu fram.

Hon fortaldi, at tey í Betri Stuðulsgrunninum, sum eisini arbeiða fyri at fyribyrgja skaðum og sjúkum og at skapa tryggar umstøður og tiltøk, gleðast um at kunna stuðla Bláa Krossi og teimum mongu sjálvbodnu hondunum.

Runavíkar Kommuna hevur eisini latið ætlanini peningaligan stuðul, og borgarstjórin Torbjørn Jacobsen hevði eisini eina heilsu. Eftir taluna frá Sverra Steinhólm, formaðnni í Bláa Krossi Føroya, sluppu øll at hyggja runt í teimum nýggju hølunum, sum óivað vera til stóra gleði hjá kundum og øðrum, ið nýta hølini – ikki minst teimum frá íshúsinum.

Longu leygardagin hevur handilin sín fyrsta vanliga arbeiðsdag, har tey hava opið frá klokkan 10 til 14. Mánadagin til fríggjadagin fara tey síðani at hava opið frá klokkan 13 til 17.30.

 

Ein filmur var gjørdur í hesum sambandið. Sí filmin her.

Tags: