Forsíða
| Magni Højgaard

Blái Krossur hevur landsstevnu í Skálavík

12. og 13. mars hevur Blái Krossur aðalfund og landsstevnu á Hotel Skálavík. Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttaka Bubu, landsstýrisfólkini Sirið Stenberg og Poul Michelsen, Jógvan Fríðriksson og nógv onnur.

Eitt av spennandi tiltøkunum á landsstevnuni er ein pallborðsfundur við evninum ”Rúsdrekka og avmarkingar ella rúsdrekka og ongar avmarkingar”. Fundurin verður leygardagin 12. mars kl. 15:30 á Hotel Skálavík. Tey fýra við pallborðið eru: Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum og Jens Jensen, kriminalpolitistur og fyrrverandi limur í Fólkaheilsuráðnum.

Tey fara millum annað inn á hesar spurningarnar: Skulu tað vera avmarkingar at fáa fatur í rúsdrekka? Hvørji atlit skulu takast til heilsuna hjá føroyinginum? Hvørji atlit skulu takast til fyribyrgingarpartin? Skal vera loyvi at lýsa við rúsdrekka? Skal aldursmark vera? Skulu vit hava einkarsølu?


Nevndarval
Sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi verður leygardagin klokkan 13. Á skránni er millum annað frágreiðingar frá arbeiðinum síðsta árið, roknskapur verður lagdur fram, og limir hava møguleika at koma við spurningurm og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bláa Krossi.

Val til landsnevndina er eisini á skránni. Hesaferð standa Jóna Hansen og Álvur Højgaard fyri vali. Jóna tekur ikki við afturvali, meðan Álvur tekur við afturvali. Harumframt hevur manglað eitt umboð í landsnevndini í longri tíð. Tískil eiga trý umboð at vera vald. Sambært viðtøkunum skulu uppskot til valevni vera inni ein mánað áðrenn sjálvt valið. Umframt Álvur eru tvey uppskot komin inn: Rósa Samuelsen, Sandavágur og Sólvit E. Nolsø, Havn.


Fjølbroytt tiltøk
Nógv onnur tiltøk eru eisini á skránni. Leygarkvøldið er ein sang- og hugnaløta við framførslum, samrøðu við fyrrverandi misnýtara, andakt og øðrum. Eitt spennandi ungdómstiltak er eisini leygarkvøldið við sangi, boðan av Guds Orði, pizza og øðrum. Blákrossungdómur (BKU) skipar fyri.

Sunnudagin verður altargangsgudstænasta í Skálavíkar kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur og formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi, prædikar.
Seinnapartin sunnudagin er stórt familjutiltak, har millum annað Bubu verður við. Eisini fara børn á Sandi at syngja. Okkurt gott verður eisini til børnini.
Sunnukvøldið klokkan 17 er blákrossmøti, har Jógvan Fríðriksson, bispur, talar yvir evnið ”Hvør er næsti mín”. Argjakórið syngur.

Øll tiltøkini á landsstevnuni eru almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt. Tey, ið ikki eru limir, eru vælkomin at tekna seg sum limir.

 

Sí neyvu skránna herundir

blaikrossur_landsstevna_mars2016_faldari_1

Tags: