Forsíða
| Jógvan Simonsen

Blái Krossur Føroya samlar sítt virksemi í Saltangará

Í sambandi við sítt virksemi í Saltangará, hevur Blái Krossur Føroya ognað sær ein bygning til alt sítt virksemi í økinum.

Talan eru um 4 ymisk leigumál, sum nú verða samlað á einum staði.

Bygningurin er 810 m2 í trimum hæddum og stendur við høvuðsvegin í Saltangará.

Pláss verður fyri bæði Endurnýtsluni og Blákrossbúðini, umframt skrivstovuni og samtalurúmi til fyribyrgingina.

Fyri at kunna lyfta hesa stóru uppgávu hevur Blái Krossur Føroya m.a. fingið góðan stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum á 700.000 kr umframt stuðul frá øðrum privatum stuðlum.

Felagsskapurin hevur eisini selt fasta ogn í Tórshavn, sum partvís gongur inn í keypið. Hetta inniber, at Blái Krossur Føroya framyvir kemur at gjalda minni í høliskostnaði, enn vit gera í dag.

Ætlanin er, at bygningurin verður tikin í nýtslu í mars 2020, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari.

Niðanfyri síggjast myndir innan av nýggja hølinum.

 

Tags: blái krossur, Nýggjur bygningur, Saltangará,