Blái Krossur Føroya lagar sítt virksemi til nýggju viðurskiftini
Sum støðan nú er, so er virksemi okkara eisini ávirkað av átøkunum, sum almennu myndugleikarnir mæla til fyri at fyribyrjga smittu av COVID-19 virusinum (corona), sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Dakko sigur, at almenna samfelagið, tað eru vit øll, hevur eina stóra ábyrgd at rætta eina hond, tá ið umstøðurnar í gerandisdegnum eru blivnar so torførar, sum tær eru, nú alt samfelagið er ávirkað av almennu tiltøkunum og tilmælunum.
– Okkara uppgávur og ábyrgdir í Bláa Krossi Føroya hava framvegis stóran týdning, hóast umstøðurnar eru broyttar. Vit laga tí okkara virksemi til nýggju støðuna og fylgja øllum ásetingum og ráðum frá myndugleikunum. Hetta ávirkar nú eisini okkara virksemi kring landið, sigur Dakko.
Blái Krossur Føroya ynskir at vera partur av øllum átøkum, sum minka um smittuvandan, men kortini ynskja vit at varðveita nakrar kjarnutænastur til tey, sum vit hava dagligt samband við.
Dakko Petersen sigur tí, at Blái Krosur hevur tikið hesi stig í dag, 13. mars 2020:
- Blákrossheimið á Nesi hevur opið sum vanligt og viðgerðin heldur fram fyri tey sum eru inni. Vit hava sett tiltøk í verk at verja tey, sum eru í viðgerð
- Umsorganarheimið í Lynggøtu í Tórshavn er opið, men vit hava sett tiltøk í verk at verja tey, sum búgva har
- Handlarnir lata aftur, og hetta ávirkar sjálvandi viðskiftafólkini, men ikki minst starvsfólkini, sum nú ikki hava hesar sjálvbodnu tænasturnar at fara til
- “Øll hava rætt til góð barnaár” hava ikki bólkar og taka ikki børn, ung og familjur inn til samtalu, men samtalur verða kortini gjørdar umvegis talgildu miðlarnar og við vanligari telefonsamtalu.
- “DAT-Ung” viðgerðartilboðið tekur heldur ikki nýggj fólk inn til viðgerð, men her er tað sama galdandi sum omanfyri nevnt, samtalur verða veittar umvegis talgildu miðlarnar og telefon, sum verandi brúkarar kenna.
- Starvsfólk hjá Bláa Krossi Føroya/Fyribyrgingardeildini ferðast ikki kring landið at vitja skúlar, stovnar o.a., nú flestu skúlar og stovnar eru stongdir
Hesi tiltøk og ásetingar eru í gildi frá í dag, 13. mars 2020, og tvær vikur fram ella tá onnur kunning verður gjørd.
Skrivstovan hjá Bláa Krossi Føroya er opin sum vanligt, og fólk eru vælkomin at ringja ella skriva til felagsskapin, um ivamál ella spurningar eru hesum viðvíkjandi.