Blái Krossur Føroya hevur latið endurnýtsluhandil upp í Klaksvík
Góð klæðir til allar aldursbólkar, vit hava okkurt til øll. Rannvá Langgaard, samskipari hjá Bláa Krossi í Norðoyggjum.
Blái Krossur hevur nú latið ein endurnýtsluhandil upp í Klaksvík, sum opnaði fyri fyrstu fer í gjár.
klæðini fáast fyri ein bíligan penga og allur peningurin fer til fyribyrgingararbeið hjá Bláa Krossi millum børn og ung.
Handilin heldur til á Klaksvíksvegi 65 og hevur opið í dag afturat. Síðani verður latið upp aftur í januar.
Fólk eru vælkomin at lata klæðir inn til okkum. Alt arbeiði her er sjálvboðið og fólk eru eisini vælkomin at hjálpa til í endurnýtsluhandlinum. Tað er bert at seta seg í samband við okkum, sigur Rannvá Langgaard.
Dakko Petersen, aðalskrivari, letur heilsa og takkar fyri stóra stuðulin, sum Blái Krossur hevur fingið frá fólki og vinnu.