Blái Krossur Føroya fær nýggjan aðalskrivara 1. mars
Síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen (Dakko) verið aðalskrivari í Bláa Krossi. Í hansara tíð hevur serligur dentur verið lagdur á fyribyrgingararbeiðið, umframt staðseting av – og viðlíkahald av bygningum Bláa Kross.
1. mars tekur Edva Jacobsen við sum nýggjur aðalskrivari.
Edva er úr Fuglafirði. Hon er 58 ár. Hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.
Edva hevur sitið 9 ár á tingi fyri Sambandsflokkin. Øll árini var hon í Útnorðurráðnum, næstforkvinna frá 2019, forkvinna síðani 2021.
Hon hevur sitið í Fuglafjarðar býráð síðani 2017. Forkvinna í sosialu nevnd.
Í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.
Blái Krossur Føroya er hjálpar- og fráhaldsfelag við uml. 1350 limum, skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil:
- arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
- hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi/-evnum,
- hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
- útvega virðiligar bústaðir til fólk, ið eru komin illa fyri av rúsi,
- útvega góð brúkt klæðir og innbúgv.
Blái Krossur Føroya eigur og rekur:
- Blákrossheimið á Nesi.
- Ávegishúsið í Lynggøtu í Havn
- Títt Rúm í Kongagøtu í Havn
- Hollywood – Liv Lívið í Niels Finsensg í Havn
- Endurnýtsluseymistovuna Ný Ný í Niels Finsensgøtu í Havn
- 7 klædna- og búnýtishandlar kring landið: Tvøroyri, Miðvági, Sandavági, Tórshavn, Klaksvík og tveir í Saltangará.
Blái Krossur hevur ídag uml 30 fólk í starvi og 400 fríyrkisfólk.
Skrivstovan er á Heiðavegi 23 í Saltangará
Tel 770700
blakross@blakross.fo
Rúslinjan 770777